05-10-2005
Hámarksferð

Deildar meiningar eru um hvussu skjótt, vit skulu hava loyvi at koyra. Kanningar í Svøríki vísa, at jú eldri fólk eru, tess meira ynskja tey, at hámarksferðin verður niðursett. Eitt fleirtal millum tey eldru í Svøríki vilja hava hámarksferðina lækkaða fyri at skapa størri ferðslutrygd og ynskja samstundis eisini harðari revsing fyri at koyra ov skjótt. Ein annar gjøgnumgangandi "tendensur" í kanningini var, at eisini kvinnur taka undir við eini lækking av hámarksferðini.

Í Danmark er júst tað øvugta hent. Eftir hin 30. apríl 2004 kundu danir koyra 130 km/t á umleið helvtini av motorvegunum í landinum.

Hinvegin er revsingin fyri at koyra ov skjótt í Danmark herd munandi 1. september í ár, tá reglurnar um "klippikortið" komu í gildi. Um ein koyrir yvir 30% skjótari enn hámarksferðin loyvir, koyrir við ov stuttum teini til akfarið framman fyri, ella ikki spennir børn undir 15 ár í trygdarbeltið, fær ein eitt klipp. Trý klipp innan fyri trý ár hava við sær treytaða frádøming av koyrikortinum. Tað ber eisini til at fáa fleiri klipp samstundis.

Sambært kanningum fyrsta hálva árið, eftir at 130 km/t kom í gildi í Danmark, er ferðin á hesum vegastrekkjum ikki økt í mun til sama tíðarskeið árið frammanundan. Miðalferðin er óbroytt í mun til áðrenn. Hinvegin er spreiðingin í ferðini minka soleiðis, at færri koyra meira enn 140 km/t og færri minni enn 110 km/t.

Verður hugt eftir ferðsluóhappum í Danmark í 2004 samanborið við 2003 sæst, at 369 fólk lótu lív í ferðsluni í 2004, sum er lægsta talið síðan 1950.

Leggjast kann afturat, at í sambandi við at hámarksferðin var sett upp til 130 km/t, hevur Vejdirektoratet í Danmark sett í verk eina røð av trygdartiltøkum á hesum vegastrekkjum, sum samanlagt hava kostað umleið 115 mió. kr.

Keldur:
Krister Spolander: "Ældre, mobilitet och nollvision
Om trafik før tredje åldern".
Vejdirektoratet.dk
Sikkertrafik.dk

Úrslit: