27-09-2005
Hálkubreyt í Føroyum ?

Í september 2005 luttóku trý umboð fyri vegadeildina hjá Landsverki á einum dagsskeiði á royndarkoyri- og hálkubreytini hjá KTI* (Køreteknisk Institut) í Roskilde. Samanlagt 90 luttakarar umboðandi kommunur, politiskar flokkar, løgregluna, tryggingarfeløg, Strandferðsluna, bila- og dekksølur, RFF, fjølmiðlarnar, Landsverk, koyrilærarar og onnur vóru við úr Føroyum. Ráðið fyri Ferðslutrygd skipaði fyri ferðini saman við Super Dekk Service.

Royndarkoyri- og hálkubreyt
Komin til KTI vóru tey luttakandi á skeiðinum býtt í tveir bólkar, hvør 40 luttakarar. Annar bólkurin fór við bussi á ferð runt í Roskilde at hyggja eftir trygdartiltøkum, meðan hin skuldi royna breytina.


Roskilde Amt eigur KTI, sum í 1985 bygdi hesa stóru
royndarkoyribreyt tætt við Tune Floghavn.


Í stuttum um tær ymisku koyribreytirnar:

 

  1. Hálkubreyt har koyrast skuldi beint fram og bremsast við ymiskari ferð og vendast um forðingar
  2. Hálkubreyt í brekku við svingi.
  3. Hálkubreytin var eitt sving, har ein eisini skuldi bremsa.
  4. Ikki hálkubreyt, men ein koyibreyt til at læra uppbremsing á og koyra "slalom" um forðingar.

Summardekk, heilársdekk ella vetrardekk?
Ein roynd var gjørd at vísa munin á bremsilongdini, tá bilarnir eru skøddir við summardekkum, heilársdekkum ella vetrardekkum. Sum sæst á myndini niðanfyri, er rættiliga stórur munur á bremsilongdini.


Aftast vetrardekk, heilársdekk og síðani summardekk.

Tað hevur stóran týdning, hvussu bilarnir eru skøddir. Vetrardekkini geva nógv stytstu bremsilongdina, síðani heilársdekk, og longstu bremsilongdina hevur bilurin við summardekkum.

Ferðslutrygdartiltøk í Roskilde
Roskilde kommuna ger nógv burturúr at gera vegirnar í kommununi ferðslutryggari. Á bussferðini runt í Roskilde, sluppu skeiðluttakararnir at síggja nøkur av teimum trygdartiltøkum, sum kommunan hevur framt.


Vegur í nýggjum býarparti. Legg til merkis smølu breytirnar.


Ferðtálmandi smalking við "leyk" -bungum til persónbilar.


Gonguteigurin er ikki málaður á vegin, fyri at fótgangarin
skal taka ábyrgd og vísa størri varsemi.


Meira um ferðslutrygd í Roskilde er at finna á www.roskildekom.dk undir "trafiksikkerhed".

*Fakta:
Kostnaðurin fyri royndarkoyri- og hálkubreytirnar er um 25. mió., og er KTI sjálvfíggjandi. 40% av næmingunum eru fólk, ið taka koyrikort fyrstu ferð (5 ella 8 tímar við hægst 10 í hvørjum bólki). Hini 60% eru onnur skeið fyri løgregluni, herðinum og øðrum. Inntøkan liggur um 15 mió. um árið. Samanbera vit við Føroyar, so taka umleið 700 koyrikort um árið. Verður roknað við sama tali av skeiðsluttakarum sum á KTI, er talan um 1.750 luttakarar. Metta inntøkan í Føroyum kundi tí verið 3 mió. Meira um KTI á www.kti.dk

Koyribreyt: 2,4 km.
Rund koyribreyt: 1,4 km.
Hálkubreytir: 3.
Skeiðluttakarar á hvørjum ári: 15.000.
Sjálvvirkandi "Pop-up-keylur".
Ljósverklag.

 

Úrslit: