Nú er eitt ár er liðið síðani lógin um Klipp í koyrikortið varð sett í gildið. Hagtøl vísa, at tey ferðslumisbrot, ið eru komin oftast fyri, eru ov høg ferð, trygdarbelti og yvirháling.
Samanlagt eru tað givin 309 klipp, har mennirnir eiga 213 klipp, meðan kvinnurnar eiga 96. Av hesum er ein bilførari, sum hevur fingið 3 klipp, og tveir bilførarar hava fingið 2 klipp hvør.
- 178 klipp eru givin til bilførarar við akførum á 3500 kg, fyri at hava brotið ásetta ferðmarkið við meira enn 20 km/t. Av hesum klippum eiga mennirnir 137 klipp, meðan kvinnurnar eiga 41 av klippunum.
Eisini hava 3 bilførarar við tungum akførum fingið klipp fyri at hava brotið ásetta ferðmarkið við meira enn 15 km/t.
- Samanlagt eru 53 klipp givin fyri at gloyma at spenna børn undir 15 ár í kravdu trygdarútgerðina. Av teimum 53 klippinum eiga kvinnurnar 36 klipp, meðan mennirnir eiga 17 klipp.
- Eisini eru givin 43 klipp til bilførarar, ið hava yvirhála har forboð hevur verið. Her eru tað mennirnir, sum eiga 32 av klippunum, meðan konurnar eiga tey írestandi 11 klippini.
Ein bilførarari hevur fingið klipp fyri at hava yvirhála við gonguteig, meðan fýra klipp eru givin fyri skilaleysa yvirháling.
- Tveir bilførarar hava fingið klipp fyri at koyra í mótkoyrandi farbreyt, meðan nýggju bilførarar hava fingið klipp fyri at fara um hindrunarstrikuna. Eisini hava sjey bilførarar fingið klipp fyri at koyra framvið reyðum ljósið.
- Somuleiðis hava sjey bilførarar fingið klipp fyri brot á ásetingar um víkiskyldu og 2 klipp eru givin vegna ov stutta fjarstøðu til framman fyri koyrandi akfar.