17-08-2009
Grótbrotið í Porkeri
Eftirspurningurin í samfelagnum eftir byggitilfari og asfalti er minkaður so nógv, at Landsverk fyrr í ár millum annað segði fólki í grótbrotinum í Porkeri úr starvi. Virksemið var minkað so mikið nógv, at hetta tók grundarlagið undan føstu størvunum í grótbrotinum. Í dag verða teir kundar, ið eru, avgreiddir av verandi starvsfólkum hjá Landsverki í Suðuroy.

Grundarlagið framvegis burtur.
Stígurin í samfelagsbúskapinum og minkaða virksemið í byggivinnuni hevur av álvara havt ávirkan á tann partin av Landsverki, sum framleiðir skerv og grót til byggivinnuna. Hagtølini yvir framleiðsluna av gróti og skervi vísa, hvussu álvarsom støðan er.

Orsøkin til uppsagnirnar í grótbrotinum í Porkeri var og er tí eisini framhaldandi vantandi grundarlag fyri føstum størvum.

Asfaltframleiðslan hjá Landsverki er so nógv skerd, at grundarlag er ikki fyri at hava so nógv fólk í føstum størvum í grótbrotinum longur.

Broyttu umstøðurnar gjørdu tað neyðugt at umskipa alt virksemið í Suðuroy. Hetta hevur havt við sær eitt tættari samstarv millum arbeiðseindirnar í oynni – grótbrotið í Porkeri, smiðjuna í Øravík og veghaldið. Í dag eru tað tí verandi starvsfólk hjá Landsverki í Suðuroy, sum avgreiða teir ordrar, ið nú eru í grótbrotinum.

Føroya Arbeiðarafelag vísir ónøgd
Føroya Arbeiðarafelag hevur víst sína ónøgd við uppsagnirnar í grótbrotinum í Porkeri og hevur boðað frá, at tey frá í dag 17. august blokera grótbrotið. Samband er millum partarnar um málið.

Úrslit: