Ferðsla: Leygardagin datt smágrót undan loftinum í Gásadalstunlinum. Ongin skaði stóðst av tilburðinum. Hetta var aðru ferð innan fáar dagar, at tilfar loysnaði úr loftinum í hesum tunlinum. Mikukvøldið datt smágrót niður á ein bil, sum fekk nakað av skaða á takið.
- Tað er sjálvandi óheppið, at grót loysnar undan loftinum. Hetta ber ikki til at tryggja 100 prosent við tí hátti, vit í Føroyum gera tunlar uppá. Eins og í Noregi verða okkara tunlar ikki tryggjaðir við heildekkandi betongfóðri, sum gjørt verður í summun londum, sigur Heini Eysturoy, leiðari á vegadeildini á Landsverki.
Fólk á stovninum fara nú undir at reinsa og kanna tunnilin fyri leyst grót. Arbeiðið fer í gongd í vikuni, og tí kann roknast við, at ferðslan verður nakað tarnað, meðan arbeiðið fer fram.
- At so er stutt ímillum, at grót dettur undan loftinum, er sjálvandi óheppið, og hesum kunnu vit heldur ikki liva við. Men eins og restin av vegakervinum leingi hevur tørvað meiri umfatandi viðlíkahald, er støðan tann sama fyri tunlarnar, sigur Heini Eysturoy,
Landsverk hevur javnan víst á, at játtanin til viðlíkahald av vegakervinum ikki hevur fylgt við tørvinum seinastu 15-20 árini, samstundis sum fleiri tunlar eru komnir afturat. Ikki bert er sjálv krónujáttanin skerd. Stóri prísvøksturin hesi árini hevur borið í sær, at munandi minni fæst fyri játtanina.
Um onkur hevur spurningar til hetta málið, kann viðkomandi ringja til Heina Eysturoy, leiðara á vegadeildini, á tlf. 290 881 ella venda sær til kunningareindina á tlf. 290 804.