26-05-2010
Grót rapaði á bil

Um 9-tíðina í gjárkvøldið rapaði nakað av smærri gróti oman á ein bil, sum koyrdi norður eftir Viðareiðisvegnum.

Ein linjumaðuri hjá SEV var á veg til Viðareiðis í arbeiðsørindum, tá bilurin varð raktur av smágróti, sum ruddi úr líðini omanfyri. Hetta hendi beint sunnan fyri grótbrotið við Selgjógv, ið liggur miðskeiðis á Viðareiðisvegnum. Ongin mansskaði stóðst av tilburðinum, og bilurin fekk bert avmarkaðan skaða á síðuna.

Landsverk hevur seinastu árini skrásett alt grót, sum er komið oman á tann átta kilometrar langa Viðareiðisvegin. Tað er serliga á einum strekki upp á umleið 200 metrar suður úr grótbrotinum við Selgjógv, at nógv tann størsti parturin av grótinum ríður oman.

Sum so oftani áður, er tað antin í sambandi við nógv avfall, ella tá frostið fer úr fjøllunum og lendinum, at grót loysnar.

Um onkur vil vita meira um tilburðin á Viðareiðisvegnum, kann viðkomandi venda sær til Heina Eysturoy, leiðara á vegadeildini á Landsverki, tlf. 290 881, ella til kunningareindina á tlf. 290 804 / 290 805, sum kunnu vísa til rætta viðkomandi.

Úrslit: