01-02-2010
Grót loysnar í skiftandi veðri

Seinnapartin í dag rullaði ein steinur oman á vegin undir klivunum við Skarvanes í Sandoynni. Menn hjá Landsverki hava longu verið á staðnum fyri at beina steinin burtur, sum varð mettur at viga eini 200 kilo. Samstundis kanna teir, um vandi er fyri, at meiri grót ríður oman.
Steinurin er loysnaður úr hamrinum ovarlaga í lendinum í Skarvanesklivum. Við skiftandi frosti og bloti í jørðini er hetta júst tíðin, har grót og annað tilfar loysnar og ríður oman.

Ein maður frá Landsverki var úti og kannaði koyrilíkindini, tá hann kom fram á steinin, ið varð steðgaður av bilverjuni. Hetta var um hálvgum fýratíðina seinnapartin.
Tey, sum vilja vita meira, kunnu venda sær til Heina Eysturoy, leiðara á vegadeildini á Landsverki, tlf. 290 881, ella til kunningardeildina á tlf. 290 804, sum kann vísa til rætta viðkomandi.

Úrslit: