Økisformaðurin hjá Landsverki í Suðuroy, Asbjørn Mortensen, upplýsir, at steinurin, sum datt niður undan loftinum og niður á koyribreytina í norðara enda í Hvalbiartunlinum, er ein umleið 100 kg tungur steinur. Hann greiðir víðari frá, at ein saltbilur hjá Landsverki, sum var úti ísv. kavaruddingina í dag, beint frammanundan hendingina, hevði koyrt ígjøgnum tunnilin, og tá var einki óvanligt at síggja. Stutt eftir koyrir ein persónbilur norður ígjøgnum tunnilin og á ein stein á koyribreytini.
Fólk hjá Landsverki í Suðuroy komu beinanvegin á staðið, og hava nú ruddað økið og kannað loftið í tunlinum. Eingin ábending er um annað leyst tilfar í loftinum.
Ynskir tú at vita meira um hendingina í Hvalbiartunlinum, ert tú vælkomin at venda tær til Finnleif Durhuus, rakstrarleiðara á vegadeildini, á tlf. 290 885.