Øll halda vit, at eitt nú Norðurlandahúsið er eitt vælaverk, er vakurt og væl eydnað í allar mátar. Eingin ivast í tí. Tað er nakað meira enn bara “funktionelt”. Tað hevur eitt meirvirði í samfelagnum. Tað er ein bygningur, vit eru errin av og fegin vísa fram og vitja. Og ert tú góður við nakað, ja so ansar tú eisini betri eftir tí og fer betri við tí. Tí talar alt fyri, at tað er eitt funktionelt, men samstundis vakurt umhvørvi, vit skulu byggja - eitt umhvørvi, har vit trívast væl og ansa væl eftir øllum tí, vit eiga og skulu lata víðari til komandi ættarlið.
Holistiska fatanin ger innrás
Holistiska fatanin hevur seinnu árini havt sina ávirkan á alskyns vinnuøkir. Nógv dømir eru um tað í ymiskum verkætlanum seinnu árini – eisini í Føroyum. Tá ið eitt nú vegir verða gjørdir, verða nógv størri atlit tikin at umhvørvinum, so at vegurin fellur so væl inn í náttúruna, sum til ber. Vit síggja eisini byggiharrar planta trø og hugsa um, at tað grøna eisini skal við í verkætlanina – alt hetta fyri trivnaðin hjá fólki. Framtíðin krevur tað – at vit finna loysnir, sum tøkniliga, umhvørvisliga, sosialt, fíggjarliga og estetiskt ganga hond í hond.
Uppgerð við vanahugsan
Eitt gott dømi um hesa nýhugsan síggja vit t.d. í Norrønum Vegforum (NVF), har tey nú gera upp við alla vanahugsan fyri at minka um bilosa, larm og dálking yvirhøvur í býarmyndini. Fyrr í mánaðinum møttu 50 vega- og ferðsluserkøn fólk í Odense til eitt felags seminar, har tey skiftu orð um, hvussu vegasambondini kunnu skapa betri framkomuleika í býum, samstundis sum vit fáa vakrari, grønari og sunnari býir at liva í.
Tað serliga við hesum seminari var eisini, at hesi fakfólkini ikki bara skiftu orð um áskoðanir og royndir hjá hvørjum øðrum, men tey skuldu eisini út at ganga, súkkla og uppliva býin á egnan kropp. Tey skuldu gera óljóðsmátingar, vitja vinnuøkir, hyggja eftir byggilist og súkkluumstøðum í býnum. Málið var m.a. at finna loysnir, sum minka CO2 útlát, gera býir grønari og vakrari, samstundis sum ferðslan koyrir væl.