Landsverk hevur við nýggjastu tøkni latið gjørt eina talgilda 3D uppmáting av landsvegakervinum. Hetta er bert byrjanin til eina størri innsavnan av dátum, siga tey á vegadeildini hjá Landsverki, sum millum annað skal lætta um og effektivisera rakstrar- og viðlíkahaldsarbeiðið á vegunum í Føroyum.
Tað hevur leingi ligið í kortinum at fáa til vega neyvari upplýsingar um landsvegakervið - upplýsingar, sum vísa hvar vegalinjurnar eru, og um vegir liggja geometriskt rætt.
Tað var serliga uppgávan at gera eina "Samferðsluætlan" fyri Føroyar, sum í fjør setti ferð á arbeiðið at kortleggja vegakervið digitalt (talgilt). Við neyvari upplýsingum um eitt nú hall, hædd og longd á vegum er tað sjálvsagt lættari at staðfesta trupulleikar á verandi vegakervi, sum ikki samsvara við nýggju orkusparandi og umhvørvisvinarligu visiónina hjá arbeiðsbólkinum at leggja vegir lágt og við so fáum brekkum (vertikalum variatiónum) sum yvirhøvur til ber.
Farið var tí beinanvegin í 2006 undir at gera 3D talgildar uppmátingar av øllum landsvegakervinum. Ein bilur við GPS'ara (Global Positioning System) hevur koyrt spakuliga runt úti á landsvegunum og skrásett 1 pkt. pr. 5 metrar. Við hesi rúgvismiklu dátuinnsavnan sum grundarlag, ber tað nú til á telduni at fáa ítøkilig yvirlit yvir vegastrekkir, sum hava fingið ymsar litir alt eftir, hvussu brattir vegirnir eru, og hvussu høgt teir liggja. Málið er at framleiða enn fleiri upplýsingar sum vísa, hvar vegir liggja í mun til bæði hall og hædd, sum ber til longu nú, men eisini í mun til kurvatur, breidd og longd.
Aðrir møguleikar
GPS til kavarudding
GPS tøknin kann nýtast til mangt og hvat. Bara innan arbeiðsøkið hjá Landsverki eru fleiri aðrir spennandi møguleikar, sum ætlanir eru um at kanna nærri. Tað hevði eitt nú verið ein stór hjálp hjá arbeiðsfólkunum hjá Landsverki í kavaruddingini um veturin, um maskinurnar vóru útgjørdar við GPS'ara, sum vísti vegin. Um tú ikki er staðkendur í einum øki, kann tað nevniliga vera sera torført at vita, hvar vegurin er í øllum kavanum. Ein staðkendur kann altíð meta seg nøkulunda eftir onkrum í umhvørvinum, og á tann hátt finna vegin. Við GPS'ara í maskinuni fáa øll nakað at halda seg til. Hinvegin hevði tað eisini verið ein góð trygd hjá arbeiðsfólkunum í kavaruddingini, sum ikki er heilt vandaleyst arbeiði, um tey inni á stovninum hjá Landsverki altíð kunnu síggja á telduni, hvar maskinurnar eru.
Asfaltera eftir GPS'ara
Tað er somuleiðis ætlanin longu í ár at royna GPS tøkni í sambandi við asfalt- og málingaarbeiði hjá Landsverki. Við GPS'ara í maskinuni í sambandi við fresing, asfaltering og stríping av vegum, fært tú neyvari upplýst júst, hvussu nógv skal fresast og málast. Á tann hátt sparir tú nógv um bæði asfaltnýtslu og tað umfatandi uppmátingararbeiði, sum í dag fer fram manuelt. Um hetta roynist væl, eru vit í Føroyum helst tey fyrstu í heiminum, sum nýta eitt talgilt landsvegakervi sum grundarlag í asfaltarbeiði.
Og steðgað verður ikki her. Á Landsverki verður arbeitt við at kanna nógv onnur góð hugskot, sum kunnu menna og betra kunningina til bilførarar.
"Um 500 metrar: Vandi fyri svarthálku"
Flest øll kenna eftirhondini GPS skipanina til bilar við "road map" í, sum hjálpir bilførarum at finna frá A-B. Um vit skulu hava líknandi skipan í Føroyum, er tað sum útgangsstøði neyðugt at hava tílíkar dátur yvir vegir, sum Landsverk júst hevur latið innsavnað.
Skipanin kann harumframt fóðrast við øðrum viðkomandi upplýsingum til eitt nú ferðafólk í Føroyum. Hetta síggja vit í londunum rundan um okkum, har talgilda vegakortið í bilinum oftast er útbygt við viðkomandi upplýsingum fyri tann einstaka, til dømis hvar hotell, bensinstøðir, matstovur, dvalarvikar, sølumiðstøðir ella líknandi eru.
Ferðsluávaringar beinleiðis í bilin
At enda kann talgilda vegakervið eisini brúkast sum grundarlag fyri eini komandi ferðsluávaringarskipan. Strembað verður eftir at kunna bjóða eina tænastu, har bilførarar kunnu móttaka ferðsluávaringar um eitt nú hálku, nógvan vind, skalvalop, ferðsluóhapp, bilarøðir, seinkingar, stongdar vegir/tunlar o.a. beinleiðis inn á GPSarin í bilinum. Flest allir GPS'arar í bilum í dag eru útgjørdir við einum innbygdum TMC móttakara (Traffic Message Channel), sum Landsverk í slíkum føri kann senda ferðsluávaringar til, umvegis FM sendaran.
GPS skipanin móttekur tá ymsar ferðsluávaringar frá Landsverki um til dømis bilarøðir í einum øki, stongdan tunnil í einum øðrum og møguliga ferðsluóhapp í einum triðja. Koyrir tú tá í einum av hesum økjum, fært tú ikki allar hesar upplýsingar. Skipanin dugir sjálv at velja júst teir røttu upplýsingarnar burturúr, sum eru viðkomandi fyri teg júst tá og vísa á alternativar rutur.
GPS dillan er sostatt yvir okkum nú og fer eftir øllum at døma eisini her á landi at vísa vegin fram í nærmastu framtíð.