27-02-2026
Góð ráð í sambandi við valplakatir
VEGLEIÐING: Tann 26. mars skulu føroyingar aftur á val, at velja umboð til Føroya løgting.

Valfepurin er longu byrjaður og politisku flokkarnir brynja seg til valstríðið.

Valstríð og valplakatir hanga nátúrliga saman og næstu tíðina verða væntandi hópin av andlitsmyndum at síggja á alskyns støðum í almenna rúminum, við áheitan um at velja júst seg.

Við øllum góðynskjum um eitt gott val til tín, sum bjóðar teg fram á politiska vígvøllinum, koma her nøkur góð ferðsluráð um trygga staðseting av valplakatum:

Valplakatirnar mugu ikki vera til ampa fyri ferðsluna, órógva útsýnisviðurskiftini á vegnum, ella fjala ferðsluskelti.

Valplakatir eiga ikki at verða settar í rundkoyringum og ferðsluoyggjum.

Heingið ikki valplakatir á steyrar við ferðsluskeltum, ella aðrari góðkendari ferðslumerking.

Valplakatir kunnu heingjast á lyktasteyrar, ella annan útbúnað, sum er gjørdur til endamálið.

Heingið valplakatirnar minst 2,3 m yvir gongu- ella súkklubreyt og minst 0,5m frá vegjaðara.

Festið plakatirnar forsvarliga á vegurdyggar plátur og á ein slíkan hátt, at tær ikki gera skaða á lyktasteyrar, garðar o.a.

Tak niður vegleiðingina á okkara heimasíðu her
 

Úrslit: