Landsverk bjóðar út arbeiði at endurnýggja gongubreytina fram við landsvegnum í Gøtugjógv. Eisini skulu partar av gongubreytini takast burtur, strikur skulu gerast av nýggjum, og yvirkoyringsøki skal gerast við omankoyringina frá skúlanum
Sí lýsing av arbeiðinum í fylgiskjali A – tørvlýsing. Arbeiðið er útgreinað í fylgiskjali A, og tí er umráðandi at lesa hetta gjølla.
Útbjóðingartilfarið er atkomuligt gjøgnum talgilda samskiftispallin hjá útbjóðara á:
https://node1.field.dalux.com/service/redirect/client/ten/TID-450648558836655888/da-dk/public/tender/TID-450648558836655888
Eru spurningar ber til at venda sær til Kristinu Simonsen á t-post krsi@lv.fo ella á fartelefon 340 868.
Tilboðsfreistin er mánadagin 15. juni 2026 kl. 14.00