Í samband við umvælingina av Brúnni um Streymin verður gongubreytin flutt uttan á brúnna í norðaru síðu og kemur at síggja soleiðis út
FERÐSLUTRYGD: Í næstum fer Landsverk undir at seta eina gongubrúgv uttan á Brúnna um Streymin. Hetta verður gjørt í samband við brúgvaumvælingina, sum í løtuni verður gjørd á brúnna. Tann smæla gongubreytin, sum var á sjálvari brúnni, er tikin burtur, og tí ber til at breiðka vegin um brúnna við einum metri í hvørjum borði .
- Ferðslutrygdin á brúnni um Streymin verður munandi bøtt, tá umvælingin av brúnni er endaliga liðug móti sumri. Ein gongubrúgv upp á hálvan annan metur verður sett upp uttan á verandi brúgv á norðursíðuni. Umframt at tryggja tey ferðandi til gongu, hevur hendan ferðsluábótin tann fyrimunin, at samlaða vegbreiddin á brúnni fer úr tilsamans seks metrum upp í átta metrar. Tað merkir, at ein vegøksl upp á ein metur kemur afturat hvørji koyribreyt, sigur Heini Eysturoy, leiðari á vegadeildini á Landsverki.
Stoypiarbeiðið á brúnni er um at vera liðugt, men betongið skal hava tíð til at styrkna í einar 20 dagar, áðrenn koyrast má eftir tí. Um hálvan februar verður aftur opið í báðum síðum á brúnni, og tá verða ferðsluljósini tikin niður. Tó verður ferðslan til tíðir nakað tarnað í samband víð liðugtgerð av brúnni. Millum annað skal brúgvin fuktbjálvast, asfalterast og síðani merkjast upp.
Alt arbeiðið á Brúnni um Streymin verður liðugt í seinasta lagi 1. juni.
Tey, sum vilja vita meira um umvælingina av Brúnni um Streymin, kunnu venda sær til Heina Eysturoy, leiðara á vegadeildini á Landsverki, tlf. 290 881, ella til kunningardeildina á tlf. 290 804 ella 290 805, sum kann vísa til rætta viðkomandi.