04-01-2019
Gongd aftur komin á Innkomuvegin
INFRAKERVIÐ: Arbeiðið við Innkomuvegnum er nú tikið uppaftur, og byrjað verður at fylla út við tunnilsgróti á Skarðshjalla, haðani vegurin fer at ganga víðari oman til eina komandi íbinding í Kaldbaksfjarðarvegin.

Líka síðani brúgvin um Klingruna varð gjørd liðug í 2014 hevur arbeiðið við nýggja innkomuvegnum til Tórshavn so at siga ligið stilt. Í oktober 2016 gjørdu Samferðslumálaráðið og Tórshavnar kommuna avtalu um Innkomuvegin, og í dag er avtala gjørd um restina av grótinum úr Eysturoyartunlinum, sum kemur út hvítanesmegin.

Partarnir í avtaluni um grótið eru pf. Eysturoyar- og Sandoyartunlar og  Landsverk, sum hevur gjørt avtalu við partafelagið J&K Petersen, ið sum arbeiðstakari tekur ímóti grótinum og leggur tað út á Skarðshjalla. Talan er um norðasta partin av Innkomuvegnum, sum fer at ganga víðari haðani til eina íbinding í Kaldbaksfjarðarvegin.

- Tørvur hevur leingi verið á einum nýggjum innkomuvegi til Havnina, tí ferðslan er vaksin so nógv seinnu árini. Og nú Eysturoyartunnilin um ikki so langa tíð verður knýttur í landsvegakervið, verður uppaftur størri tørvur á at leiða ferðsluna uttan um bygt øki í høvuðsstaðnum, sigur Armgarð E. Steinhólm, leiðari á Deildini fyri Infrakervi á Landsverki.

Landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Heðin Mortensen, er fegin um, at gongd aftur er komið á arbeiðið við Innkomuvegnum.

- Eftir at arbeiðið við Innkomuvegnum hevur ligið stilt í fleiri ár, kunnu vit nú fegnast um, at tað er eydnast okkum at fáa eina avtalu í lag, sum aftur setir ferð á hesa týdningarmiklu verkætlan við at skipa ferðsluna inn í høvuðsstaðin á ein nøktandi og góðan hátt, sigur Heðin Mortesen, landsstýrismaður í samferðslumálum.

Sambært stjóranum í tunnilsfelagnum, Teiti Samuelsen, eru umleið 1.500 metrar eftir at spreingja fyri tunlinum, og tveir triðingar av hesum teini verða sprondir hvítanesmegin. Við øðrum orðum verður talan um grót, sum svarar til umleið 1.000 metrar av enn ósprongdum gróti í tunlinum, sum skal fara til at fylla upp í sambandi við gerð av Innkomuvegnum.

Tann parturin av Innkomuvegnum, sum avtala varð gjørd um í 2016, og sum nú av álvara fer í gongd, byrjar við Kaldbaksfjarðarvegin, fer víðari umvegis Skarðshjalla móti rundkoyring við Hvítanesvegin oman fyri munnan til Eysturoyartunnilin, og síðani norður um Havnina og móti Oyggjarvegnum.

Partarnir avtalaðu tá, hvørjir vegateinar, íbindingar og flættingar, ið ávikavist landið og kommunan og tunnilsfelagið varða av, og at grótið frá undirsjóvartunlinum í størst møguligan mun skuldi nýtast til hesar vegagerðir.

Avtalan frá 2016 ber eisini í sær, at ávikavist Flatarvegurin og Sundsvegurin verða lagdir undir tær báðar brýrnar, ið eru gjørdar til endamálið. Kommunan ger vegirnar, og landið ger íbindingina ella flættingina til landsvegin.

Landið ger eisini allar aðrar neyðugar íbindingar ella flættingar í landsveg. Tá ferðslutrýstið ger tað neyðugt, verður ein tunnil gjørdur á teininum frá Villingardalsvegnum og vestur eftir til Oyggjarvegin. Landið og Tórshavnar kommuna fíggja hvør sín helming til gerð av tunlinum, sum verður landsvegateinur.

(Myndatekstur)
Umboð fyri avtalupartarnar í sambandi við, at restin av grótinum úr Eysturoyartunlinum hvítanesmegin verður nýtt til nýggja Innkomuvegin. Her avmyndaði á Skarðshjalla, har arbeiðið við Innkomuvegnum nú verður sett í gongd aftur. Frá vinstru Stein Olvur Petersen, J&K Petersen, Teitur Samuelsen, Eysturoyar- og Sandoyartunlar, Armgarð E. Steinhólm, Landsverk, og Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum.

Úrslit: