13-04-2010
Glyvursnes best egnað til flogvøll

Veðurfrøðiligar kanningar hjá Landsverki staðfesta, at Glyvursnes sum heild er best egnaða staðið til flogvøll, tá hugt verður eftir bæði lendisviðurskiftum, sýni, turbulensi og reglusemi

Landsverk hevur seinnu árini arbeitt við eini heildarætlan fyri flogferðsluna, og stovnurin hevur millum annað kannað møguleikarnar fyri einum alternativum flogvølli. Hetta er gjørt í samráð við politiska myndugleikan. Higartil eru ongar veðurfrøðiligar, búskaparligar og staðfrøðiligar kanningar gjørdar, sum kunnu lýsa, hvar best hóskandi plássini til flogvøll í Føroyum eru, ella um Vága Floghavn er besta plássið til flogferðslu í framtíðini.

At gera eina heildarætlan fyri flogferðslu, har møguleikarnir fyri einum alternativum flogvølli eisini skulu kannast, er ein uppgáva, ið tekur drúgva tíð. Nógvar forkanningar mugu gerast, og hetta arbeiðið má gerast í stigum. Fyrsta stigið var at kanna, hvar tað staðifrøðiliga ber til at gera ein flogvøll. Niðurstøðan frá tí kanningini var, at Søltuvík og Glyvursnes eru einastu hóskandi pláss til flogvøll, meðan Skorðhæddin er óegnað, tí tað ikki ber til at fáa nøktandi inn- og útflúgvingarviðurskifti. Sama er galdandi fyri onnur uppskot, sum hava verið frammi í fjølmiðlunum. Í Svínoy, á Borðuni í Nólsoy og í Klovanum í Vágum. Kanningarnar vístu, at hesi uppskotini ikki eru realistiskir møguleikar, tí lendið rundan um inn- og útflúgvingarøkini er ov høgt.



Ongin turbulensur
Næsta stigið hevur verið at kanna tey verðurfrøðiligu viðurskiftini á teimum plássum, har staðfrøðiligu viðurskiftini eru í lagi. Hetta arbeiðið er komið væl áleiðis, og ein fyribils niðurstøða er gjørd. Í frágreiðingini verður víst á, at reglusemið í flogferðsluni kann betrast við umleið 9,40 prosentum, um nýggjur vøllur verður gjørdur í Søltuvík, tá samanborið verður við Vága Floghavn. Tá eru turbulensviðurskifti ikki tikin við. Staðfesti turbulensurin í Søltuvík á útsynningi fer tó at ávirka reglusemið og trygdina skeiva vegin, verður staðfest í frágreiðingini.

Á Glyvursnesi kann reglusemið betrast við umleið 4 prosentum samanborið við Vága Floghavn. Mátingarnar geva onga ábending um turbulenstrupulleikar nærhindis hesum vøllinum. Verða turbulensviðurskiftini í Vágum tikin við, verður reglusemið í Glyvursnesi sambært frágreiðingini helst betri enn tey 4 prosentini.

Tað serliga við Glyvursnesi í mun til hinar møguleikarnar er, at her ber til at fáa vøll heilt upp í 2.700 metrar ella meir, og tí er hendan loysnin best framtíðartryggjað. Harafturat er onki, ið bendir á trupulleikar við turbulensi, sum er ein av trupulleikunum í Vágum og í Søltuvík.

Leinkja til veðurfrøðiligu frágreiðingina um kanning í samband við flogvallaviðurskifti finst her: Fragreiding_flogv_vedurfrodiligt.pdf(270 KB)

Norsk greining av veðurfrøðiligum viðurskiftum ísv. møguligan alternativan flogvøll í Føroyum finst her: Flog_Vedurkanning.pdf (7,32 MB)

Tey, sum ynskja at vita meir um kanningina av flogvallarviðurskiftunum, kunnu venda sær til Oyvind Brimnes, stjóra á Landsverki, á tlf. 290 801 ella til kunningina á tlf. 290 804 ella 290 805.

Úrslit: