12-11-2020
Gerðarættarmálið: Kravið minkað úr 76 niður í 4,2 milliónir krónur
Gerðarættarmálið millum TG-Verk og Landsverk er í dag endað við tí úrsliti, at Landsverk skal rinda TG-Verk slakar 4,2 milliónir krónur. Hetta skal síggjast í mun til upprunaliga kravið, sum var 76 milliónir krónur. Málið um Glasir er sostatt liðugt.

Sakarmálið millum TG-Verk og Landsverk í Gerðarættinum í Keypmannahavn hevur verið ávegis síðani 2016, tá TG-Verk reisti málið. Kravið hjá TG-Verk í Gerðarættinum var uppá 76 milliónir krónur, meðan Landsverk hinvegin kravdi TG-Verk eftir 80 miliónum krónum.

Sakarmálið kom aftaná stórar ósemjur í sambandi við byggingina av Glasir, sum endaði við at TG-Verk fór av plássinum í september í 2016.

Úrslitið í Gerðarættinum er, at Landsverk skal rinda TG - Verk 20,2 milliónir krónur, meðan TG-Verk skal rinda Landsverk 16,1 millión krónur. Partarnir rinda í felag fyri dómsviðgerðina, meðan partarnir rinda hvør sær fyri egnar sakførarar.

 

Eitt gott úrslit

Landsverk fegnast um at ein niðurstøða er komin í Gerðarættarmálinum. Talan er um eitt fløkt og stórt mál, ið hevur vart í fleiri ár. Málið hevur lagt stórt trýst á Landsverk, tí stovnurin var kravdur eftir 76 miliónum krónum.

- Vit fegnast um úrslitið, tí niðurstøðan staðfestir, at vit hava havt eina góða sak í ósemjuni við TG-Verk, sigur Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverk.

Stjórin á Landsverki vísir á, at málið um Glasir hevur havt stórar avleiðingar við sær fyri stovnin og onnur við. Hann fegnast um at Landsverk, við hesum úrslitinum, loksins kann savna seg um aðrar uppgávur enn byggiverkætlanina Glasir.

Rokningar fyri meira enn 45 milliónir krónur frá TG-Verk hava verið ógoldnar, meðan bíðað hevur verið eftir niðurstøðuni í Gerðarættinum. Hesar rokningarnar detta nú burtur og gjaldið uppá 4,2 milliónir krónur, umframt rentur, verður sostatt seinasta gjaldið, sum verður goldið í trætumálinum millum TG-Verk og Landsverk. 

 - Nú kunnu vit sleppa hesi verkætlanini, og lata tey ungu eiga handan fantastiska bygningin, sum kom burturúr, sigur Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverk.

 

Landsverk 

Úrslit: