03-06-2009
Gera neyvari hæddarmálingar
UPPMÁTING: Fimm fólk frá Kort & Matrikelstyrelsen (KMS) eru komin til Føroyar at gera hæddarmátingar. Roknað verður við, at arbeiði tekur umleið ein mánað, skrivar heimasíðan hjá Umhvørvistovuni.

Við sær hava tey serútgjørdar bilar í sambandi við at, at Føroyar skulu nivellerast.

Bilurin hevur eitt torn í lastini, har øll tann tekniska útgerðin stendur. Tá henda er innstillað, er nóg mikið at koyra eftir landsvegunum, og á henda hátt gera hæddarmátingarnar.

Neyvari fixpunkt

Kring landið finnast nógv fixpunkt, sum verða brúkt sum grundarlag fyri uppmáting og kortlegging. Ein afturvendandi trupulleiki hevur tó verið, at fixpunktini ikki hava teir neyvleikar, sum framkomin uppmátingartól seta.

Tískil er Umhvørvisstovan, í samstarvi við Kort & Matrikelstyrelsen, Danmarks Rumcenter og Landsverk, farin undir at bøta um góðskuna á hesum fixpunktunum.

Fólkini frá Kort & Matrikelstyrelsen eru von við at gera slíkt arbeiði, tí tey hava júst nivellerað Danmark úr enda í annan.

Tá uppmátingin er gjørd, fer at bera til at gera neyvar hæddarmátingar við gps tólum hjá øllum teimum, sum fáast við uppmátingar.

Lesið meira á www.us.fo

Úrslit: