grannalondum okkara er vanligt við landsbyggireglugerðum. Slíka reglugerð hava vit ikki í Føroyum. Fyri at Føroyar skulu koma á sama stig sum hini londini er avgjørt, at Føroyar eisini skulu hava eina landsbyggireglugerð, sum skal verða karmur um framtíðar bygging her á landi.
Spónurin settur í
Fríggjadagin 19. juni var ein evnisdagur i Havn, har sjøtil varð settur á arbeiði at gera landsbyggireglugerðina. Við á fundinum vóru umboð fyri føroyskar myndugleikar og føroyska byggivinnu.
Luttakararnir vórðu kunnaðir um arbeiði at gera landsbyggireglugerðina. Og skipað varð fyri bólkaarbeiði, har ymiskir spurningar í sambandi við eina komandi byggireglugerð vórðu settir.
Grønland fekk í 2006 sína fyrstu landsbyggireglugerð. Í hesum sambandi hevði Landsverk fingið Erling Tudsø frá Dansk Standard og Janus Køster frá grønlendsku fyrisitingini at greiða frá arbeiðinum við grønlendsku reglugerðini.
Betri bygging
Ein arbeiðssetningur er orðaðu fyri arbeiðið at gera eina føroyska landsbyggireglugerð. Reglugerðin skal áseta felags reglur fyri bygging í Føroyum. Hon skal tryggja, at góðskan á byggingini verður lagað til føroyska landslagið og føroysk viðurskifti sum heild.
Samanumtikið skal reglugerðin vera við til at tryggja at byggingin í Føroyum í framtíðini verður betri enn hon er í dag.
Allir partar við
Verkætlanin verður skipað við einum stýribólki, einum verkætlanarbólki og smærri áhugabólkum.
Høvuðsmotorurin verður verkætlanarbólkurin. Har verða umboð fyri ymiskar privatar og almennar partar. Skrivara- og samskipanaruppgávan fer at at liggja hjá Landsverki.
Verkætlanarbólkurin skal hava regluligt samband við stýrisbólkin, so hvørt arbeiði tekur seg fram. Í stýribólkinum verða umboð fyri Landsverk og Innlendsimálaráðið.
Harafturat koma smærri áhugabólkar, har feløg og myndugleikar fara at sita. Hesir bólkar fáa alt tilfar til hoyringar og ætlanin er, at feløgini skulu luttaka í tann mun verkætlanin er viðkomandi fyri teirra servitan.
Liðugt í 2011
Tað er drúgvført arbeiði at gera eina landsbyggireglugerð. Aðrastaðni er ikki óvanligt at slíkt arbeiði tekur eini 5 ár, men ætlanin er, at uppskotið til eina føroyska reglugerð skal verða klárt í 2011.
Arbeiðið verður skipað í fleiri partar ella kapitlar. Fyrst verður farið í holt við kapittulin um hvussu byggingin kann taka fyrilit fyri orkunýtsluni. Hettar skal vera liðugt 1. desember.
Føroyar hava onga landsbyggireglugerð. Higartil hevur tað bert verið álagt Tórshavnar kommunu at gera eina býarskipan, og tær byggisamtyktir sum fylgja við hesum. Aðrar kommunur hava tó valt eisini at regulera økið.
Hettar er tað nærmasta vit koma eini byggireglugerð, men úrslitið eru nakrar rættuliga ólíkar byggisamtyktir, sum eisini eru ójavnar í góðsku.
Í ár er álagt øllum kommunum at gera byggisamtyktir.
- FAKTA: ARBEIÐSSETNINGURIN
Um endamálið við arbeiðnum at gera eina føroyska landsbyggireglugerð staðfestir arbeiðssetningurin soljóðandi:
¤ Føroyska landsbyggireglugerðin skal lýsa: byggireglur, lógarkrøv, byggisið, byggiloyvir,
ásetingar fyri bygdarløg (býlingar og grannaløg), innrætting av bygningum, konstruktión,
brunaviðurskiftið, inniluft, orkunýtslu og innlegging.
¤ Støðið verður tikið í ES‐bygginormum, byggireglugerðum og royndum innan
byggivinnuna hjá grannalondum okkara, tó við atliti til føroyska veðrið og føroysk
viðurskifti sum heild.
¤ Byggireglugerðin skal tryggja, at samfelagið fær sum mest burturúr framtíðarbygging í
Føroyum.
¤ Miðað verður eftir at byggireglugerðin fyriliggur liðug 1. februar 2011, meðan parturin
um orkunýtslu skal vera liðugur 1. desembur 2009.
Framløgur frá degnum.
Framløgan hjá Janus Køster kann takast niður her: Framløga hjá Sektionsingenør Janus Køster.pdf (193 KB)
Framløgan hjá Erling Trudsø kann takast niður her: BR08 og Færøerne 2009-06-19.pdf (79 KB)