21-12-2006
Gásadalstunnilin alment opin

Fimm ár eru longu liðin síðani Hervør Hergudóttir, fyrrverandi bygdaráðsformaður, lat fyrsta skotið av fyri Gásadalstunlinum 12. juli í 2001.

Síðani var tað Solberg Henriksen, fyrrverandi postmaður í Gásadali, sum á Tollaksmessu í 2002 lat seinasta skotið av. Hann hevði tá eitt langt lív borið postin um fjallið.

Í dag, hósdagur 21. desember 2006, verður Gásadalstunnilin so tikin alment í nýtslu.

Fakta um verkætlan
Í sambandi við hesa verkætlan eru 400 m av vegi gjørdir ímóti tunlinum bíggjarmegin og 850 m gásadalsmegin.

Í tíðarskeiðnum juli 2001 til desember 2002 var arbeitt 41.000 tímar, sprongt samanlagt 290 ferðir, sum góvu 169.000 tons av gróti. Til hetta fóru 134 tons av spreingievni.

Koyribreytin í tunlinum er 3,5m við 1,0m breiðari vegøksl í bæði borð. Talan er um ein nútímans tunnil, sum er útgjørdur við eldsløkkjarum og ljósi o.ø. Verkætlanin er somuleiðis trygdargóðkend av Brunaumsjón Landsins.

Nú, tá ið tunnilin í dag verður tikin alment í nýtslu, er Gásadalur knýttur at umleið 85% av Føroya fólki.

Í sambandi við at tunnilin verður tikin alment í nýtslu, verður eitt minni hátíðarhald fyri innbodnum við tunnilin og í pakkhúsinum í Bø, har Landsverk er vertur.

Úrslit: