15-07-2010
G! Festivalur og ferðsla

G! FESTIVALUR: Tað er í dag, at G! Festivalurin 2010 fer av bakkastokki. Roknast kann við øktari ferðslu á leiðini Gøtudalur-Gøtueiði í døgunum 15-18. juli, og tí verður ferðslan skipað nakað øðrvísi hesar dagarnar.
Talan er um ein høvuðsveg við nógvari gjøgnumkoyrandi ferðslu. Tí er umráðandi, at øll ferðandi, bæði í bili og til gongu, vísa serligt varsemi.

Ferðin í økinum verður "skeltað niður" frá 50 km/t (reyða strikan á kortinum) og til 30 km/t (gula strikan á kortinum). Parkerings og steðgiforboð verður við landsvegin frá Gøtueiði til Norðagøtu. Víst verður til parkeringsøkini á G!.

Úrslit: