04-10-2021
Fyrsta skotið norður um Fjall latið av
Hósdagin 30. september, var fyrsta skotið latið av fyri tunlarnar norður um Fjall

Í illveðrinum hósdagin, var fyrsta skotið latið av fyri nýggju tunlunum norður um Fjall. Stjórin á Landsverk, Sigurd L. Lamhauge, bjóðaði vælkomin og lýddi afturá tíðina tá gomlu tunlarnir komu og fram til tíðina í dag. Til seinast ynskti Sigurd Articon og teimum í varða av, bestu eydnu við verkætlanini og síggja vit fram til eitt gott samstarv. 

Síðani segði Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, nøkur orð. Eftir røðurnar var Jørgen Niclasen fyrstur at trýsta á knappin til fyrsta skotið. 

Eftir hátíðarhaldið, var boðið til kaffi, te og okkurt søtt í Róðrarneystinum í Árnafirði. 

 

Myndirnar niðanfyri hevur Ólavur J. Hansen tikið. 

 

 

Úrslit: