16-11-2022
Fyrsta skotið latið av fyri Fámjinstunlinum
Mikudagin 16. november var hátíðarløta í Øravík, í sambandi við at fyrsta skotið varð latið av fyri Fámjinstunlinum.

Hornorkestur spældi til hátíðarløtuna, og Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki bar fram røðu, har hann millum annað hugleiddi soleiðis:

"Allir tunlar, sum vit fara undir, broyta lívið á teimum støðum, sum verða knýtt saman. Hjá teimum Norðanfyri Fjall verður tað ein stórur lætti, tá nýggju tunlarnir verða lidnir, fyri Dalbingar fer tunnilin at lætta munandi um, og her vit í dag standa, fer Fámjin á sumri í 2024 við eitt at gerast ein integreraður partur av Suðuroynni. 

Náttúruvakri og spennandi koyritúrurin til Fámjins bergtekur ferðafólk uttan úr heimi og okkum norðanifrá, tá vit vitja í Fámjin á sumri. 
Síðani 1939 hevur einsporaði, bratti og smali vegurin verið einasta lívæðri hjá Fámjingum til restina av oynni. Og vit vita væl, at náttúruvakri túrurin ikki altíð er líka tespiligur. 

Náttúrukreftirnar á Fámjinsvegnum eru øgiligar. Vindur, regn og kavi avbyrgir fólkið og forðar fyri menningini, sum onnur pláss í landinum natúrliga vinna sær.

Egon Rasmussen, sum hevur vunnið upp ein høgan aldur, minnist hvussu Fámjiningar leitaðu sær eftir gomlu bygdagøtuni oman á lendingina her í Øðravík fyri at taka bát um fjørðin á Tvøroyri. Seinni koyrdi hann lastbil í sambandi við vegagerðir og hann minnist væl, hvussu ringur vegurin til Fámjins hevur verið fyrstu nógvu árini. 

Tað er við takksemi í huganum og hjartanum, at vit í dag kunnu knýta fortíð og framtíð saman ígjøgnum hendur og minnið á Egoni Rasmussen. Vit seta hol á eina nýggja tíð og tað er í mínum huga hóskandi, at Egon vísir okkum vegin. Takk fyri tað, Egon!" 

Eftir røðuna lat Egon Rasmussen, elsti borgari í Øravík seinasta skotið av fyri tunlinum.  

Niðanfyri síggjast myndir frá haldinum.

Úrslit: