04-11-2020
Fyrsta skotið latast av til Dalstunnilin
Almennu tilmælini um fyribyrging móti koronavirus hava við sær, at hátíðarhaldið verður bert fyri innbodnum.

Hósdagin 5. november kl.11:00 verður fyrsta skotið til Dalstunnilin latið av.   

Tað verður Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, sum fer at bjóða vælkomin inni í tjaldinum við tunnilsmunnan. Síðani fær Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, orðið. 

At enda fær 85 ára gamla Vilhelmina Larsen, úr Dali, uppgávuna at lata fyrsta skotið av, og hon fer í hesum sambandi eisini at siga nøkur orð.  

Fakta um nýggjan Dalstunnilin:

Talan er um ein 2.200 metrar langan og 8 metrar breiðan tunnil, og afturat tunlinum, skulu eisini gerast 150 metrar av vegi Húsavíkarmegin, og 100 metrar av vegi Dalsmegin. Síðan skulu umleið 2.500 metrar av vegi afturat breiðkast. 

Arbeiðið at gera tunnilin fer at taka fýra ár treytað av, at nøktandi játtan fæst. 

Úrslit: