30-06-2005
Fundir um Hovstunnilin

Í dag hevur Landsverk boðið til tveir fundir um Hovstunnilin. Fundirnir vera á Hotel Øravík.

Um arbeiðið við Hovstunnilin
Fyrri fundurin er um arbeiðið við Hovstunnilin og tey innbodnu eru jarðaránarar, kommunur og onnur, ið vera ávirkað av arbeiðinum uppá Hovstunnilin. Umboð fyri verkleiðsludeildina hjá Landsverki leggur fram og svarar spurningum.

Um tilbúgving í tunlinum
Seinni fundurin er um tilbúgving í sambandi við tunnilin. Tey innbodnu eru løgregla, sjúkraflutningstænasta, kommunur, brunaumsjón, og bjargingar- og sløkkilið. Umboð fyri vegadeildina hjá Landsverki leggja fram og svara spurningum.

Úrslit: