Inniluftin í Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Hoydølum hevur leingi verið ein trupulleiki hjá bæði næmingum og lærararum. Mátingar hjá Arbeiðseftirlitinum av inniluftini hava eisini víst, at CO2 innihaldið er væl hægri enn tilmælta mestavirðið, og at luftskiftið tískil er alt ov vánaligt.
Landsverk hevur, í samstarvi við Sp/f MAP arkitektar og Sp/f Sofus M. Jakobsen, gjørt royndir fyri at finna eina loysn, ið kann lúka krøvini hjá Arbeiðseftirlitinum og tryggja næmingum og lærarum betri inniluft.
Tríggjar ymiskar loysnir vóru umhugsaðar: Ein náttúrlig luftskiftisskipan, ein mekanisk luftskiftisskipan og ein sonevnd hybrid lufskiftisskipan, ið bæði nýtir náttúrligt luftiskifti við termiskari uppdrift og mekaniskt luftskiftið við motorum. Avgjørt varð at royna hybrid skipanina, eftirsum hon hóskar best til innrættingina av gamla bygninginum.
Fyri at staðfesta hvussu ein tílík skipan best kann fáast at virka, vórðu royndir gjørdar í trimum skúlastovum. Í fyrstu stovuni varð ein sjálvvirkandi hybridskipan sett upp, í tí næstu ein manuell hybridskipan, har næmingarnir sjálvir skuldu tendra og sløkkja og lata vindeyguni upp og aftur. Triðja stovan virkaði sum kontrollstova, og har vóru ongar broytingar gjørdar. Á øllum trimum stovunum vóru mátingar gjørdar av CO2 innihaldinum og hitanum.
Fyri at vita, hvussu skipaninar royndust, vóru spurnarbløð latin næmingunum, har teir millum annað skuldu meta um hita, trekk, inniluft og óljóð.
Úrslitini av spurnarbløðunum og mátingarnar av CO2 innihaldi og hita vístu, at tann sjálvvirkandi skipanin royndist best.
Nú stendur til skúlamyndugleikarnar at avgera, hvør loysn verður vald til tess at skapa betri inniluft í Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Hoydølum.