Vegaføring: Í samband við tíðindi í gjár um vegaføringina í Leirvík, ynskir Landsverk við hesum at greiða frá málinum.
Sum kunnugt fyriliggur verklagslóg um vegaføring gjøgnum bygdina í neðra. Arbeiðið er boðið út, og tilboð eru komin inn fyri seks mánaðum síðani. Út frá hesum er kostnaðarmeting gjørd, og hendan vísir, at til ber at gera loysnina eftir verlagslógini fyri umleið 40 mió. krónur, treytað av, at kommunan ikki skal hava gjald fyri lendið, sum tikið verður. Eysturkommuna hevur boðað frá, at um kommunan ikki fær endurgjald fyri tað, hon missir, sum til dømis parkeringpláss og bátahyl, fer hon at stevna eftir hesum. Hetta ber í sær, at kostnaðurin verður nærri teimum 50 mió. krónunum. Tá landstýriskvinnan hevur havt ætlanir um at broyta verklagslógina samsvarandi, hevur hon ikki fingið politiska unditøku fyri hesum.
Fyri stuttum bað landstýriskvinnan Landsverk gera eina seinastu roynd at kanna, um til bar at finna eina loysn fyri 40 mió. krónur, sum kommunan kundi góðkenna. Her meinti lanstýriskvinnan við eina loysn, sum sampakkaði við verklagslógina; tað vil siga við vegaføring í neðra. Landsverk hevur misskilt hetta og helt, at talan var um at kanna um nøkur loysn yvirhøvur var fyri 40 mió. krónur.
Á fundi millum Landsverk og Eysturkommunu vórðu allir møguleikar, sum kundu hugsast at kosta umleið 40 mió. krónur umrøddir, og í tí sambandi spurdi Landsverk, um tað gav nakra meining at kanna vegaføringina omanfyri bygdina.
Av tí at lanstýriskvinnan ikki sær vegaføringina omanfyri bygdina sum nakran møguleika, sæð í ljósinum av tí verklagslóg, sum fyriliggur, og fólkaatkvøðuni í Leirvík, hevur Landsverk í morgun boðað Eysturkommunu frá, at kommunan skal síggja burtur frá spurninginum um vegaføring omanfyri Leirvík.
Tey, sum vilja vita meiri um vegaføringina í Leirvík, kunnu venda sær til Oyvind Brimnes, stjóra, á tlf. 540801 ella kunningardeildina á tlf. 540804.