Sum kunnugt var Skálavík ein av teimum bygdum í landinum, har ódnarveðrið tann 31. januar leikaði harðast á, og har stórur skaði stóðst av bæði vindi og brimi.
Eftir áheitan frá Skálavíkar kommunu, hevur Landsverk gjørt eina frágreiðing, ið lýsir skaðarnar, og hevur somuleiðis gjørt eina kostnaðarmeting av skaðunum.
Harumframt hevur Landsverk lýst alduviðurskiftini hendan dagin, t.e. alduhædd, streymkurvar o.t.
At enda í frágreiðingini hevur Landsverk skotið upp, hvussu havnin í Skálavík kann tryggjast framyvir.
Frágreiðingin kann heintast her (7,77 MB)