BYGNAÐARBROYTINGAR: Í sambandi við niðurskurð á Landsverki er bygnaðurin nú broyttur. Frammanundan vóru tríggir millumleiðarar á vegadeildini, men framyvir verða tað bert tveir. Armgarð E. Steinhólm er sett sum leiðari fyri plan og ferðslu, meðan Mikkel Heide Frandsen nú stendur á odda fyri vegaumsitingini.
Tá tað í vár gjørdist greitt, at so at siga allir almennir stovnar skuldu finna sparingar, fór leiðslan á Landsverki undir at fyrireika eina spariætlan fyri stovnin. Fíggjarkarmurin fyri 2011, sum varð samtyktur í vár, áleggur Landsverki at spara 4,1 mió. krónur. Hendan nýggja støðan bar millum annað í sær, at stovnurin í vár segði tveimum fólkum úr starvi, og fyrst í hesum mánaðinum fingu fimm starvsfólk afturat handað ætlanarskriv um uppsøgn.
Sparitiltøkini í komandi ári eru at finna um allan stovnin, men tó er tað á vegadeildini, ið er tann størsta deildin og sum samstundis hevur ta størstu játtanina, at sparingarnar fara at merkjast best. Í hesum sambandi eru bygnaðarligar broytingar framdar. Ferðsludepilin og plan- og prosjekteindin eru lagdar saman í eina deild, ið nú kallast plan og ferðsla, og sum 43 ára gamla Armgarð E. Steinhólm er sett sum millumleiðari fyri. Mikkel Heide Frandsen, ið er 37 ára gamal, er settur sum millumleiðari fyri vegumsitingini. Hinvegin fellir tað triðja millumleiðarastarvið burtur.
Um nakar hevur spurningar til hetta tíðindaskrivið, kann viðkomandi venda sær til Oyvind Brimnes, stjóra, tlf. 290 801 ella til kunningareindina á Landsverki, tlf. 290 804 ella 290 805.
Armgarð E. Steinhólm, leiðari fyri plan og ferðslu
Mikkel Heide Frandsen, leiðari á vegaumsitingini