23-06-2022
Formansskapurin í Løgtinginum og Fólkatinginum á kunningarvitjan á Sornfelli
Hósdagin 22. juni 2022 var formansskapurin í danska fólkatinginum á vitjan á Sornfelli, sum gestur hjá formansskapinum í løgtinginum. Talan var um eini 20 fólk tilsamans, politikkarar og embætisfólk.

Á vitjanini var greitt frá søguni hjá støðini á Sornfelli síðani seinast í fimtiárunum og fram í nýggja tíð. Eisini var greitt frá tí virksemi, ið nú er í og á fjallinum og hvørjar fyriskipanir og viðurskifti gera seg galdandi nú ætlanin er, at víðkað virksemi við einum nýggjum loftferðsluradara við hernaðarligum endamáli.

Landsverk hevur umsitið støðina á Sornfelli síðani 2014 og hevur í dag umleið 30 leigumál/kundar á fjallinum, ið hava útgerð í mastrum og kuplunum.

Á myndini, ið er tikin úr kupli C, síggjast Henrik Dam Kristensen, formaður í fólkatinginum, Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki og Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður.

Úrslit: