Leygardagin 29. mars settu fólk frá Landsverki eitt flutningsband til grót upp á keiini í Porkeri.
Árliga verða umleið 70.000 tons av gróti flutt frá skervverkinum í Porkeri norður til Hundsarabotn. Grótið í Porkeri er dygdargott og verður ofta nýtt til asfalteringar o.a. kring landið.
Vanliga hevur tilfarið verið lastað umborð á flutningskip við lessara, men hesin avskipingarhátturin hevur verið trupul og sera krevjandi. Tí er avgerð nú tikin um at seta eitt flutningsband upp á avskipingarstaðnum í Porkeri.
Við nýggja flutningsbandinum, verður tað munandi skjótari og lættari at skipa tilfarið umborð á flutningsskip, og skuldi hetta eisini havt við sær, at størri nøgdir kunnu flytast norður um fjørð.