OMANLOP: Harða frostið og síðani blotið í jørðini og nógva regnið hevur - sum so oftani áður - elvt til, at grót og annað tilfar er loysnað og rullað oman á vegastrekki ymsastaðni í landinum í morgun.
Klokkan 06.00 leyp grót undan loftinum í Ritudalstunlinum í Kalsoynni við norðara munna einar 50 metrar inni í tunlinum. Talan var um eini 300 kilo av gróti; har av tann eini steinurin vigaði umleið 200 kilo. Grótið var beint burtur av vegnum rættiliga skjótt, og eitt jarnband, sum loysnaði undan loftinum undir grótlopinum, er sett uppaftur.
Klokkan 07.20 í morgun kom ein steinur oman á Viðareiðisvegum, har hann er smælstur. Steinurin vigaði nakað oman fyri 200 kilo.
Klokkan 08.40 leyp stóra áin millum Fjarða út á Oyndarfjarðarvegin, sum gjørdi tað trupult hjá ferðsluni at koma framvið. Støðan fekst tó skjótt í rættlag aftur.
Orsøkin til lopini er uttan iva harða frostið, sum brádliga varð avloyst av lýggjari veðri og nógvum regni.
Um nakar vil vita meira um omanlopini í morgun, kann viðkomandi ringja til Heina Eysturoy, leiðara á vegadeildini hjá Landsverki, tlf. 290881, ella til kunningartænastuna á tlf. 290804.