15-04-2013
Flagið loyst fyri Føroya størstu bygging
HÁTÍÐARLØTA: Tað var hátíðardámur í Havn í dag, tá landsstýrismaðurin í mentamálum loysti fyrsta flagið fyri Føroya størstu byggiverkætlan nakrantíð. Tann 19.500 fermetrar stóri Skúladepilin við Marknagil, ið nú verður gjørdur byggiklárur, fer at hava pláss fyri umleið 1.300 næmingum og verður klárur at flyta inn í við skúlaársbyrjan í 2016.

Størsta byggimál í Føroya søgu er umsíðir komið so mikið ávegis, at tað nú kann fara í gongd. Við einum haka, sum hann sjálvur hevur gjørt við hjálp frá næmingum á Tekniska Skúla, loysti Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, fyrsta flagið. Symbolskt fyri teir tríggjar skúlarnar – Studentaskúlan, Handilsskúlan og Tekniska Skúla – skar hann flagið í trýggjar partar.

Tað sá onki serligt út við veðrinum, beint áðrenn hátíðarløtan skuldi byrja, men klokkan 15 var turt. Tiltakið hevði stóran áhuga, tí rættiliga nógv fólk vóru komið saman við Handilsskúlan, har frálíka kórið í Hoydølum legði fyri við at syngja nakrar føroyskar sangir.

Síðani bjóðaði Ewald Kjølbro, stjóri á Landverki, vælkomin, og nýtti høvið at líta aftur á tilgongdina til verkætlanina.

- Tað hava verið nógvir snávingarsteinar á vegnum, sum onkur plagar at taka til, og onkrar kundu vit havt verið fyri uttan, men tað skulu við ikki dvølja við nú. Sjálvandi er tað týdningarmikið, at allir partar eru við, tá ein slík stór verkætlan verður sett í gongd, og eg haldi, eg kann siga, at øll draga somu línu nú. Tað vóni eg í hvussu er, segði Ewald Kjølbro.

Síðani fekk Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, orðið, og hann vísti á týdningin av, at verkætlanin nú endiliga kann fara í gongd.

Eftir hetta fór landsstýrismaðurin við hakanum oman á grundøkið og loysti fyrsta flagið við sínum egna haka.

Tá hetta var gjørt, segði borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, nøkur orð, har hann somuleiðis frøddist um, at stóri dagurin endiliga var upprunnin.

Síðani var opið hús í matstovuni á Skúlaheiminum, har borðreitt var við frálíkum pinnamati og drykkjuvørum.

Teir báðir donsku arkitektarnir, Bjarke Ingels og Finn Nørkjær, frá BIG – sum stendur fyri Bjarke Ingels Group – greiddu frá, hvørji hugskot og tankar liggja aftan fyri stóra skúladepilin. Eitt nú hvussu teir hava hugsað teir tríggjar skúlarnar saman, og hvussu føroyska náttúran og frálíka útsýnið úr Marknagili yvir høvuðsstaðin, Nólsoyarfjørð og Nólsoynna er hugsað inn í heildarupplivingina av at vera í bygninginum.

Ongin ivi er um, at tað fysiska lestrarumhvørvið verður sera spennandi fyri bæði næmingar og lærarar at virka í.

Samlaða fíggjarætlanin fyri verkætlanina er 515 mió. krónur við innbúgvi og øðrum, og pláss verður fyri umleið 1.300 næmingum. Eftir ætlan skal skúlin, sum verður 19.500 fermetrar til støddar, takast í nýtslu við skúlaársbyrjan í 2016.

Úrslit: