Í døgunum 13. til 15. september 2006 vóru umboð fyri Landsverk á vitjan hjá "Statens vegvesen" í Noregi. Endamálið var at kanna eftir, um vit skjótt og lætt kunnu tryggja gamlar vegir í Føroyum og fáa størri innlit í alternativar loysnir viðvíkjandi fjallatrygging av líðum, har skriðu- og skalvalop og omanlop av gróti á vegirnar er til ampa fyri tey ferðandi.
Serkunnleiki innan fjallatrygging í Noregi
Í Noregi hava tey arbeitt miðvíst við fjallatrygging seinastu árini. Vetrarnar 1993/94 og 1994/95 vóru serliga nógv skriðu- og skalvalop, har fleiri vegir vóru stongdir. Eisini kom nógv leyst grót niður á vegirnar, og var hetta til stóran ótta og ampa fyri bilførarar. Stórt politiskt trýst var tá lagt á vegamyndugleikarnar at finna eina loysn á hesum trupulleika. Í 1995 var ein arbeiðsbólkur settur at kortleggja og greina hesi viðurskifti. Øll vandamikil støð vóru skrásett og lýst í einum ávísum øki, og uppskot vóru gjørd fyri sløg av loysnum, kostnaði og raðfesting av átøkum.
Ymiskar loysnir
Arbeiðsbólkurin legði fram uppskot um fylgjandi loysnir í sambandi við fjallatrygging:
- Seta trygdarnet omanfyri vegin at tryggja móti gróti, skriðu- og skalvalopi.
- Gera basseng fyri at verja fyri, at omanlop koma út á vegin.
- Gera trygdarvollar millum vegin og fjalli.
Aðrar loysnir, sum arbeiðsbólkurin nevnir í eini frágreiðing, eru m.a.
- Gera yvirbyggingar "overbygg" úr jarnbetongi
- Byggja tunlar
- Byggja brúgvar
- Gera veitirnar breiðari
Omanfyri nevndu loysnir eru heilt neyvt viðgjørdar í eini frágreiðing.
Uppsetan av trygdarnetum
Umboðini fyri Landsverk fingu eisini høvi at síggja, hvussu hetta arbeiðið við at seta upp trygdarnet fer fram, tá ið teir koyrdu runt og hugdu eftir teimum støðum, har ymisk átøk vóru gjørd til tess at tryggja vegirnar. Eitt stað vóru servandir menn nevnliga í holt við at seta trygdarnet upp, fyri at tryggja eina jarnbreyt, har stórt skriðu- og omanlop hevði verið.