Nýggju skúlin í Vestmanna er serligur. Her eru rundir formar. Bogar. Ruflutir betongveggir. Og serligir litir. Kreativ byggifrøði, sum strembar eftir at eggja til skapandi virksemi.
Tað eru MAP Arkitektar, sum hava staðið fyri tí byggifrøðiliga, og íbláturin til fiskivinnuskúlan er funnin í havinum, segði Heidi Poulsen í røðu síni:
Um arkitekturin greiddi hon soleiðis frá:
- Bygningurin er eins og havið, sum um á yvirflatuni sýnist berligt og einháttað. Men kavar tú niður í havið, møtir tær eitt ríkidømi av tilfari, litum og lívi. Hesin mótsetningur frá tí bera til tað margfaldna, frá tí liniera til tað organiska, er yvirraskandi og hugvekjandi. Júst hetta er høvuðstemaði í hesum bygningum.
Sum eitt stuttligt dømi nevndi hon, at onkur av veggunum var málaður við graduering. Myrkast niðast og so líðani ljósari uppeftir. Júst sum í havinum.
Men ein bygningur sum Fiskivinnuskúlin skal ikki bara hugtaka fólk. Hann skal eisini tæna sínum endamáli – undirvísingini:
- Um tað pedagokiska er at siga, at í hesum skúlanum er læru- og frálærustøðan sjónlig. Glasveggir eru inn til skúlahølini, sum gera tað møguligt hjá næmingum og lærarum at hyggja inn.