Hetta upplýsir Mentamálaráðið, eftir at arbeiðstakarin avhendaði skúlan seinasta fríggjadag
Tað er P/F MTH Føroyar, sum hevur havt høvuðsarbeiðstøkuna um hendi. Fríggjadagin avhendaði fyritøkan skúlan til Landsverk, sum hevur verið byggiharri.
Tá eitt arbeiði verður avhendað fær byggiharrin eitt yvirlit yvir viðurskifti, sum skulu rættast. Hesar rættingar skulu gerast áðrenn skúlin verður tikin í brúk.
Samstundis verður arbeitt við at gera skúlan kláran at flyta inn í. Skipað verður fyri almennum hátíðarhaldi, tá ið skúlin verður tikin í brúk í komandi ári, upplýsir Mentamálaráðið.
100 næmingar
Nýggi Fiskivinnuskúlin stendur á økinum við ferjuleguna í Vestmanna. Har verður pláss fyri 100 næmingum.
Skúlin hevur tríggjar skúlastovur, eina serstovu og fimm bólkarúm, auditorium v.m. Skúlin kostar góðar 33,2 milliónur krónur.