17-04-2009
Finnleif Durhuus 40 ára starvsdag

Finnleif við konuni Jóhannu Mariu og synunum Mikkjal og Kára. Dótturin Ingunn býr í Danmark.

STARVSDAGUR: Mikudagin 15 apríl vóru 40 ár síðani Finnleif Durhuus byrjaði á Landsverki. Í hesum sambandi var hátíðarhald á høvuðsskrivstovuni á Tinghúsvegnum. Finnleif fekk handað “Hendes Majestæts Dronningens fortjenstmedalje i sølv”.

15 apríl var hátíðarhald á høvuðsskrivstovuni hjá Landsverki av tí at 40 ár eru liðin síðani Finnleif Durhuus kom í starv hjá táverðandi Landsverkfrøðinginum. Nógv fólk var komið saman at hátíðarhalda dagin við Finnleif, og nógv nýttu høvi at siga nøkur orð og ynskja Finnleif hjartaliga tillukku við degnum.

Stjórin á Landsverki, Oyvindur Brimnes helt eina røðu, og fortaldi eitt sindur um tíðina hjá Finnleif her á stovninum:

15 apríl 1969 byrjaði Finnleif hjá Landsverkfrøðinginum. Tá hann hevði verið í starvinum í 4 ár, fekk hann ábyrgd av rakstri og viðlíkahaldi av landsvegunum.

Í 2001 tá bygnaðarbroytingar vóru á Landsverki, bleiv Finnleif settur sum leiðari á Vegadeildini. Her sat hann, til hann í 2006 valdi at fara frá sum deildarleiðari, og situr hann í dag aftur sum rakstrarleiðari á vegadeildini.

Oyvindur Brimnes endaði røðuna við at handa Finnleif ”Hendes Majestæts Dronningens fortjenstmedalje i sølv”.

Úrslit: