01-10-2008
Fimm vilja byggja sambýli her
ÚTBJÓÐING: Fimm feløg hava boðið seg fram at byggja eitt sambýli fyri sinnisveik í Havn. Tríggjar milliónur krónur eru millum hægsta og lægsta boðið.

Boðini vóru givin á skrivstovuni hjá Landverki í gjár. Lægsta boðið átti smápartafelagið Arbor og var tað slakar 15,5 milliónir. Hægsta boðið átti smápartafelagið ÁST. Tað var slakar 18,5 milliónur krónur.

Landsverk, sum er byggiharri, fer nú at taka støðu til boðini. Hetta er aðru ferð, at arbeiðið verður boðið út. Fyrr í ár komu bert tvey tilboð og avgjørt varð at bjóða arbeiðið út av nýggjum.

Til 16 fólk
Stórt bústaðartrot er millum sinnisveik, sum einki annað bústaðar-tilboð hava havt enn psykiatrisku deildirnar á landssjúkrahúsinum. Endamálið við sambýlinum er geva búfólkunum, sum í løtuni búgva á psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum, betri bústaðarkor.

Stovnurin er ætlaður 16 búfólkum og fer at liggja í økinum norðanfyri verandi bygningar hjá landssjúkrahúsinum (myndin). Tær 16 íbúðurnar verða 45 m2 til støddar. Samlaða støddin á bygninginum verður 970 m2, harav 250 m2 verður felagsøki.

- Fakta:
Tilboðini sum komu inn vóru hesi:

Sp/f Arbor                 15.461.720 kr
P/F Articon                17.792.315 kr
Sp/f Àst                      18.441.096
Sp/f Form Smíðlist  15.989.220
Sp/f Norðhús            16.541.350 kr

Úrslit: