13-02-2009
Fimm útvald at geva tilboð upp á Marknagil
SKÚLADEPIL: Nú eru fimm umsøkjarar útvaldir at lata inn tilboð upp á prosjektering av skúladeplinum við Marknagil. Nú verður útbjóðingartilfarið sent teimum.

Í november í fjør bjóðaði Landsverk áhugaðum heildarráðgevarum at søkja um undangóðkenning til at geva tilboð upp á prosjektering av størstu verkætlanini í føroyskari skúlasøgu. Áhugin var stórur, og inn komu 28 umsóknir.

Talan er um eina sokallaða avmarkaða útbjóðing við undangóðkenning. Tað merkir, at feløg bjóða seg fram og at tey 5, sum verða mett at hava besta førleikan, verða vald burturúr og sleppa at bjóða uppá prosjektering av verkætlanini.

Frá 28 til 5
Av teimum 28 umsóknunum eru nú fimm umsøkjarar útvaldir, og fáa hesir útbjóðingartilfarið sendandi í næstum.

Teir fimm umsøkjararnir eru skipaðir í felagsskapir - antin sum konsortier ella toymir.


Bjarke Ingels Group ApS (DK)
Lemming & Eriksson (DK)
Fuglø Arkitektar (FO)
Sámal Johannesen (FO)
Martin E. Leo Sp/f (FO)
KJ Elráð Ráðgevandi Verkfrøðingar (FO)


CUBO arkitekter A/S (DK)
MAP Arkitektar Sp/f (FO)
LBF P/F (FO)
PB-Consult sp/f (FO)
VSÓ Ráðgjöf (FO)


Erik Møller Arkitekter A/S (DK)
Rambøll Danmark A/S (DK)
Arkitektar 99 Sp/f (FO)
Verkfrøðingastovan (FO)
Schønherr Landskab KS (DK)


Link signatur A/S (NO)
Multiconsult AS Stavanger (NO)
HMP Consult Verkfrøðiráðgeving (FO)


Selmar Nielsen Arkitektur Sp/f. (FO)
Árni Winter Arkitektar (FO)
Arkís (IS)
Pf. Sofus M. Jakobsen ráðgevandi verkfrøðingar (FO)
KJ Elráð ráðg. verkfrøðingar (FO)
VSB Verkfræðistofa ehf. (IS)
Norconsult A/S r (NO)

Freistin at lata inn tilboð kemur væntandi at verða fyrst í mai. Út frá tilboðunum, verða í mesta lagi tvey feløg vald burturúr hópinum av fimm, og hesi tvey fáa so í boði at luttaka í eini sokallaðari paralellari uppgávu.

Undir hesi tilgongdini verða samrøður hildnar við teir báðar luttakararnir og skulu teir síðani gera hvør sítt skipanaruppskot fyri allan skúladepilin. Út frá samrøðunum og skipanaruppskotunum verður so kosin ein vinnari.

Long tilgongd
Tað tekur drúgva tíð at fremja so stóra verkætlan sum hana við Marknagil og tað fara helst at ganga umleið tvey og eitt hálvt ár til sjálvt arbeiðið við at byggja skúladepilin byrjar.

Arbeiði við prosjektuppskotinum og høvuðsprosjektinum byrjar væntandi í november í ár. Og í november 2011 verður spakin so loksins settur í við Marknagil.

Skúladepilin skal hýsa virkseminum hjá Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum, Tekniska skúla í Havn og Føroya Handilsskúla í Havn.

Úrslit: