25. mai í ár bjóðaði Landsverk til tíðindafund um eitt komandi størri og í Føroyum heilt spildurnýtt ferðslutrygdartiltak, sum Landsverk skuldi undir at gera á Kaldbaksvegnum.
Kaldbaksvegurin er tann landsvegateinurin, sum hevur mest ferðslu, og her henda nógv ferðsluóhapp, tíverri eisini fleiri sera álvarslig óhapp. Umráðandi er tí, at tiltøk verða gjørd sum skjótast fyri at bøta um ferðslutrygdina.
Arbeiðið er byrjað, og síggja vit ymsar broytingar á vegastrekkinum longu nú.
Ætlanin er ikki at stongja Kaldbaksvegin, meðan arbeitt verður.
Samstarv um ferðslutrygd
Verkætlanin er løgd til rættis hjá Landsverki og góðtikin í Landsferðslunevndini. Talan er sostatt um eitt samstarv millum ymisku partarnar, sum varða av ferðsluni á landsvegakervinum: