15-10-2010
Ferðslutrygdartiltak á Kaldbaksfjarðarvegnum
FERÐSLUTRYGD: Arbeiðið at betra um ferðslutrygdina á Kaldbaksfjarðarvegnum heldur fram, og Landsverk hevur nú sett upp ljós á vegateininum frá íbindingini á Sundi og suður ímóti Sandvíkarhjalla. Ljósini verða tendraði seinnapartin í dag.

Sum eina roynd at betra um ferðslutrygdina hevur Landsverk sett upp 26 lyktasteyrar á teininum frá Sundsverkinum og suður ímóti Havnini. Talan er um eitt royndarferðslutrygdartiltak á Kaldbaksfjarðarvegnum, sum er vegurin í landinum við mestu ferðslu og flestu ferðsluóhappum fyri hvønn kilometur.

- Vit hava hugt eftir vegateinum á leiðini frá Hoyvík til Kollafjarðartunnilin, har tað sambært okkara hagtølum henda flestu ferðsluóhapp, og tí gera vit eina royndarætlan við ljóssteyrum á einum eitt kilometra longum vegateini frá Sundsverkinum og suður ímóti Sandvíkarhjalla, sigur Heini Eysturoy, leiðari á vegadeildini á Landsverki.

Er talið av ferðsluóhappum í myrkri serliga stórt á einum vegateini, er tað avgjørt vert at umhugsa at seta upp ljós fyri at betra um ferðslutrygdina. Sambært eini danskari kanning kunnu ljós nevnliga minka um ferðsluóhapp í myrkri við umleið 20 prosentum.

Arbeiðið at seta upp ljós á Kaldbaksfjarðarvegnum hevur tikið umleið ein mánaða, og trygdartiltakið kostar samanlagt 600.000 krónur.

Av øðrum tiltøkum, ið framd eru fyri at betra um trygdina á Kaldbaksfjarðarvegnum, kunnu nevnast trygging av vegamótum, tryggari vegjaðari, rumlifoyrur, frákoyringarbreyt í Kaldbaksbotni og umfaringarbreyt á Sandvíkarhjalla.

Vilt tú vita meira um hetta evnið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Heina Eysturoy, leiðara á vegadeildini, tel. 290 881 ella við samskiftiseindina, tel. 290 804.

Úrslit: