Landsverk skipar regluliga fyri ymiskum skeiðum á vegaøkinum. Hesaferð kallast skeiðið “Trafiksikkerhedsinspektion”. Skeiðið er fyri verkfrøðingar og onnur, sum arbeiða við ferðslu og umsiting av vegakervinum - bæði landsvegum og í kommunum.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at ogna sær vitan um, hvussu ferðslutrygdin á verandi vegum kann betrast. Luttakararnir fáa innlit í, hvussu tú skipað gjøgnumgongur verandi vegakervið, ávísir støð á vegnum ella við vegin, ið kunnu vera til vanda fyri ferðsluna og finnur fram uppskot um ábøtur.
Skeiðið er ein blandingur av fyrilestrum og bólkaarbeiði, har støðið verður tikið í føroyskum dømum, bæði í bygdum og óbygdum øki.
Undirvísarar eru Per Øster (Grontmij l Carl Bro) og Morten Klintø Hansen (Vejdirektoratet DK). Per Øster arbeiddi hjá Landsverki í fleiri ár í 80unum og 90unum og kennir sostatt føroysk viðurskiftir.
Praktiskir upplýsingar
Skeiðið verður á Hotel Hafnia í Havn. Kostnaður fyri hvønn luttakara er 7.500 kr. Íroknað prísin er matur og skeiðstilfar.
Freistin at tekna seg er 16. okt. 2009. Pláss er fyri 20 luttakarum á skeiðnum.
Tekna teg til skeiðið við at senda ein teldupost til Armgarð Steinhólm á Ferðsludeplinum hjá Landsverki (armgard@lv.fo).
Skráin kann heintast her: Skráin ferðslutrygdarskeið.pdf (9 KB)