16-05-2008
Ferðslutøl: Veturin 2007 - 2008

Fyrsta fráboðanin um hálku á vetrinum kom fríggjamorgunin 26. september í 2007, tá sagt var frá hálku um Eiðisskarð. Hetta er rættuliga tíðliga, bert einaferð áður, síðani vit byrjaðu við fráboðanunum, hava vit verið fyrr við hálkufráboðan, nevniliga 20. september 1990. Annars síggja tølini fyri veturin út sum víst niðanfyri, hálkufráboðanir vóru íalt 112 dagar.



Býtið av hálkudøgum
Alt hálkutíðarskeiðið er 205 dagar (26. september – 15. apríl), hálka er í 112 dagar ella 55 % av tíðini. Fyri nýggjár var hálka 39 % av tíðini og eftir nýggjár heili 70 % av tíðini. Samanumtikið var hálkan veturin 2007/08 nakað yvir miðal.

Hálkufráboðanir
Nevnast kann, at hálkutíðarskeiðið eru 286 hálkufráboðanir sendar um 1909 SMS-skipanina hjá Landsverki, lagdar á heimasíðuna og sendar til Útvarp Føroya. Um onkur byrjar at troyttast av at hoyra um Eiðisskarð, Gjáarvegin, um krapa og so framvegis, so kunnu vit ugga tey við, at hesin veturin av álvara grætur um sítt hvíta lín.

Úrslit: