Fyrsta tíman, Hovstunnilin var opin fyri almennari ferðslu, koyrdu 622 akfør gjøgnum tunnilin. Mánadagin 22. oktober 2007, sum var fyrsti gerandisdagur, Hovstunnilin var opin, koyrdu 1.554 akfør gjøgnum tunnilin, t.e. umleið 500 fleiri, enn tað koyrdu ein vanligan mánadag um Hovsegg.