FERÐSLA: Landsverk hevur seinastu árini arbeitt miðvíst við at bøta um trygdina hjá teimum ferðandi á landsvegunum. Fyri at hetta arbeiðið kann gerast so rætt sum til ber er neyðugt við neyvum og afturvendandi skrásetingum og hagtølum, sum vísa hvussu nógv ferðsla er, og hvar og hví ferðsluóhapp henda
Landsverk hevur nú samanlagt 55 teljistøð, sum skráseta ferðsluna á føroysku landsvegunum. Á summum teljistøðum verður talið á akførum skrásett, meðan onnur eru meira útbygd og máta eisini stødd á akfari, hvønn veg akfarið koyrir og ferðina. Hagtølini verða millum annað nýtt til at staðfesta, hvussu nógvir kilometrar eru koyrdir samanlagt á landsvegunum alt árið, t.e. ferðslan um samdøgrið. Ferðslutølini verða harumframt nýtt í planleggingini av útbyggingum á vegakervinum og til at gera framrokningar av ferðsluni, soleiðis at vit vita, hvussu ferðslan fer at skikka sær í framtíðini.
Seinastu nógvu árini er samlaða ferðslan vaksin nøkur prosent um árið, men frá 2007 til 2008 var vøksturin bara 1%, og í 2009 er eingin broyting í mun til í 2008. Ferðslan er tann sama.
Rákið í hinum Norðurlondunum er, at ferðslutølini seinastu árini eru minkað. Tað er fíggjarkreppan, sum her sæst aftur í ferðslutølunum. Tá ið minni virksemi er í landinum, verður minni koyrt.
Hyggja vit eftir ferðsluarbeiðinum, so er samlaða ferðslan í Føroyum bara vaksin síðani í 1994. Men hóast ferðsluvøksturin nú tykist vera steðgaður, verður koyrt dupult so nógv sum í 1994.
Ferðsluóhapp
Hyggja vit eftir ferðsluóhappum, so skrásetur Landsverk øll ferðsluóhapp, sum løgreglan skrásetur í sínum frágreiðingum. Hetta er eisini eitt amboð, sum Landsverk nýtir fyri at kunna velja røtt ferðslutrygdartiltøk á røttum staði og rættstundis. Skrásetingin av ferðsluóhappum er soleiðis eitt amboð til fyrbyrgjan av fleiri ferðsluóhappum. Landsverk fær við hesi skráseting upplýsingar um, hvat hendir, hví tað hendir, og hvar og nær ferðsluóhapp henda á landsvegunum.
Tal av skrásettum ferðsluóhappum: Kommunalir vegir: pink; Landsvegir: blátt; Samanlagt: gult
Í 2009 vóru færri ferðsluóhapp skrásett enn árini frammanundan. Samanlagt 867 óhapp vóru skrásett - 250 á landsvegum og 617 á kommunalum vegum. Hetta er 10% minni enn árið fyri. Í sambandi við hesi óhapp fingu 60 fólk skaða í ferðsluni, harav 2 doyðu av hesum.
Í 2003 og 2006 var ein vøkstur í ferðsluóhappum í mun til árið fyri, annars hevur talið á óhappum verið minkandi síðani í 2000. Seinast í 80-árunum vóru umleið dupult so nógv ferðsluóhapp skrásett í mun til í dag. Tá vóru tað omanfyri 2000 um árið, meðan talið í 2009 var um 900.
Orsøkir til positivu gongdina í ferðsluóhappum eru fleiri. Tey, sum varða av ferðslutrygd í Føroyum, hava seinnu árini gjørt eitt miðvíst ferðslutrygdararbeiði, og kann tað vera, at vit nú síggja úrslit av hesum arbeiði og eina vaksandi hugburðsbroyting til ferðslutrygd. Tú kanst tryggja vegir, akfør og hava eftirlit, men er tað eisini neyðugt við eini veruligari hugburðsbroyting til ferðslu og trygd fyri at koma á mál.
Í londunum kring okkum hava tey eisini sæð eina positiva gongd í talinum á ferðsluóhappum seinastu tíðina. Fíggjarkreppan, sum hevur havt við sær, at minni verður koyrt, hevur havt positiva ávirkan á talið av ferðsluóhappum, sum er minkað. Tað er sjálvsagt ikki einasta orsøkin til minkandi ferðsluóhappini í Norðurlondum, tí arbeitt verður allastaðni við at gera ferðsluna tryggari, byggja tryggari vegir, gera ferðslutrygdartiltøk, eftirlit og kunning, men fíggjarkreppan hevur við vissu havt eina positiva ávirkan eisini.
Tey, sum vilja vita meira um ferðsluteljingar og -óhapp, kunnu venda sær til Armgarð Steinhólm, leiðara á ferðsludeplinum á Landsverki, tlf. 290 891.