05-10-2010
Ferðslusanering í Vága kommunu

FERÐSLUSANERING: Í sambandi við ynski um at økja um ferðslutrygdina í Sandavági og Miðvági, gjørdu kommunurnar í 2007 í samstarvi við Landsverk og løgregluna eina umfatandi ferðslutrygdarætlan fyri økið.

 


Tryggari vegamót, gonguteigar og lægri ferðhámark eru millum tiltøkini, sum skulu bøta um ferðslutrygdina í Miðvági og Sandavági. Økið við Sandavág og Miðvág hevur leingi verið mett sum eitt av økjunum, har tað kann vera vandamikið hjá fólki at vera til gongu. Landsferðslan gongur beint ígjøgnum bygt øki, og mangan koyra bilar við nógvari ferð gjøgnum bygdirnar.

Arbeiðið byrjaði longu í 2007 og fevnir um fleiri smærri og størri tiltøk á vegastrekkinum, sum gongur heilt frá vestara sonuskeltinum í Miðvági til norðara sonuskeltið í Sandavági. Ætlanin fevnir eisini um gangandi ferðslu millum bygdirnar - ísv. skúlan á Giljanesi serliga, so tað verður tryggari hjá børnunum at ferðast í økinum.

Framd tiltøk
Byrjað var við at gera eina frákoyringarbreyt í Sandavági inn á Giljatrøðna. Í Miðvági var gjørd ein rundkoyring við FK handilin. Økið við Eiriksgøtu var lyft upp og gonguteigur málaður á. Við Føroya Banka í Miðvági var ein miðoyggj við gonguteigi gjørd, so farast kann um vegin í tveimum. Ferðhámarkið millum Sandavág og Miðvág var lækkað úr 80 niður í 60 km/t, og nýggj ferðsluskelti vóru sett upp.

Enn er ikki komið á mál við teimum tiltøkum, sum samlaða prosjektið inniheldur, og heldur arbeiðið nú fram í 2010.

Ferðslutrygdartiltak við Valloyrarvegin í Sandavági
Farið verður í næstum undir at gera eina oyggj og ein gonguteig í vegamótinum til fótbóltsøkið í Sandavági. Verandi innkoyring til fótbóltsøkið er ov trong, og er sýnið eisini vánaligt hjá bilførarum, sum skulu út á høvuðsvegin aftur. Avgjørt er tí at betra um atkomuviðurskiftini til parkeringsplássið við fótbóltsvøllin í Sandavági.


Tekningin vísir, hvar gonguteigur og oyggj verða. Íbindingarvegurin høgrumegin er gamli Valloyrarvegurin, meðan vegurin vinstrumegin verður nýggi innkomuvegurin til fótbóltsvøllin í Sandavági.

Hetta arbeiðið verður nú boðið út, og lisitatiónin verður á Landsverki 21. oktober.

Samstarv millum land og kommunu
Orsøkin til at Landsverk er við í hesi ætlan kemst fyrst og fremst av, at partur av verkætlanini er landsvegur. Tætta samstarvið um ferðslusaneringina millum land og kommunu fer væntandi eisini at hava tað við sær, at partarnir saman røkka betri og fyri allar partar meira nøktandi úrsliti. Semja er partanna millum um, at hvør rindar fyri sítt økið. Tað vil siga, at Landsverk rindar fyri tað, sum er á landsvegnum, og kommunan rindar fyri at flyta síðuvegin.

Um nakar ynskir at fáa meira at vita um hetta evnið, ber til at venda sær til Heina Eysturoy, leiðara á vegadeildini, tlf. 290 881.

Í morgin klokkan 10.30 verður spakin settur í jørðina í sambandi við, at ítróttarhøll skal byggjast á Sandi. Fríggjadagin í síðstu viku undirskrivaðu Landsverk og Articon sáttmála um jørðarbeiðið, og longu nú fer arbeiðstakarin í gongd við sjálvt arbeiðið. 14 fyritøkur bjóðaðu seg fram at gera arbeiðið, har Articon var bíligast við 973.616 krónum. Kostnaðarmetingin var 1.400.000 krónur.


Jón Danielsen, stjóri á Articon, og Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki, hava júst undirskrivað sáttmálan um jørðarbeiðið undir komandi ítróttarhøllini á Sandi.

Tilboðini vóru hesi:

 

 

Arbeiðstakarar

 

 

Tilboðsupphædd

P/F Articon

973.616,- 

P/F Valbjørn Dalsgarð

990.645,- 

Sp/f JHR-Entreprenørar

1.168.550,-

Sp/f K.J.O. Entreprenørar

1.193.700,-

Falkon Entreprenørar

1.308.306,-

Sp/f Oscar Poulsen

1.375.110,-

P/F Hansen & Jakobsen

1.377.415,-

Sp/f Norðhús

1.399.800,-

Sp/f Hamragrevstur, c/o Poul Adrian í Homrum

1.530.920,-

P/F MT Højgaard Føroyar

1.612.990,-

P/F J&K Petersen

1.665.890,-

Sp/f Finnleif Fagradal

1.854.550,-

Sp/f Klettar

1.857.400,-

Plan v/Jóhannis Hellisdal

2.199.120,20

Úrslit: