Vegna veður legði Norrøna at í Kollafirði í gjárkvøldið. Hetta hevði við sær nógva ferðslu og bilarøðir millum Havnina og Kollafjørð í nátt.
Í hesi ferðsluni hendi eitt ferðsluóhapp í Kollafjaratunlinum. Ein bilur á veg norðureftir rendi frontalt inn í ein annan bil á veg suðureftir inni í tunlinum. Fýra fólk vóru í øðrum bilinum og tvey í hinum. Ongin av teimum fekk álvarsligan skaða, hóast báðir bilarnir fóru illa.
Politiið og sløkkilið fingu fráboðan um óhappið og vóru á staðnum beinanvegin. Neyðugt var at stongja tunnilin í ein tíma. Umleið klokkan 03 í nátt var tunnilin opin fyri ferðslu aftur.