FERÐSLUÓHAPP: Umleið kl. 13.45 í dag hendi eitt ferðsluóhapp í Hvannasundstunlinum. Ein persónbilur við tveimum fólkum rendi í tunnilsveggin. Annar persónurin í bilinum, ein kvinna, er flutt á sjúkrahús. Neyðugt hevur verið at stongja tunnilin, sum væntandi verður opin aftur um 15-tíðina.