Tað var um miðnáttartíð í gjárkvøldi, at boð vóru send umvegis alarmsentralin í samband við eitt ferðsluóhapp í Hvannasundstunlinum, sum er norðari tunnilin á Borðoynni.
Fólk frá sløkkiliðnum í Klaksvík, Politiið og ein sjúkrabilur komu á staðið stutt eftir, og kundu tey staðfesta, at tveir persónbilar høvdu stoytt frontalt saman í norðaru hálvu inni í tunlinum ímillum tvey víkipláss. Ein ung kvinna var í bilinum, sum var á veg til Viðareiðis, meðan ein maður var í hinum bilinum. Báðir bilar vórðu fluttir úr tunlinum beinanvegin, og var tunnilin stongdur í umleið ein tíma.
Báðir bilførararnir vóru fluttir á Klaksvíkar Sjúkrahús.