Landsverk er í samstarvi við Kringvarp Føroya farið undir eina nýggjan almenna tænastu, sum kallast “Veður og ferðsla”. Tænastan vendir sær til teirra, sum eru á ferð um morgunin og sum hoyra morgunsendingina hjá Útvarpinum.
Talan er um eina stutta veður- og ferðslutænastu, sum verður send tvær ferðir um tíman í senditíðini hjá Góðan Morgun Føroyar - tað er millum klokkan 6 og 9.
“Veður og ferðsla” hevur upplýsingar frá nøkrum úrvaldum veðurstøðum hjá Landsverki við landsvegirnar kring landið. Tað eru upplýsingar um ætt, mesta vind, hita og avfall.
Í táttinum verða eisini upplýsingar um koyrilíkindi og sagt verður frá vegarbeiði, sum kann tarna ferðsluni.
Eisini tey, sum ferðast á sjónum kunnu njóta gott av tænastuni, tí upplýsingar um aldumátingar verða eisini at hoyra í táttinum.
"Veður og ferðsla" verður sent fastar klokkutíðir í morgunsendingini – tvær ferðir um tíman. Sent verður hesar tíðir:
06.00
06.30
06.55
07.40
08.10
0830 (uml.)
08.55
Upplýsingarnar í táttinum verða alla tíðina dagførdar.
Veðrið í Føroyum kann vera svikaligt, og tí er gott hjá teimum, sum eru á ferð um morgnarnar at vera tilbúgvin, tá ið veðurgudarnir spíla seg út.
Tí verður eisini boðað frá, tá ið veðrið er ringt – antin talan er um nógvan vind ella regn ella tá ið hált og kavi er. Kann støðan vera ella er hon beinleiðis hættislig verður ávarað um hettar.
Ferðslufráboðanir eru vanligar í øðrum londum. Í Danmark hava tey t.d. "Trafikmeldingen" í Danmarks Radio.
Upplýsingarnar, sum tú hoyrir í nýggja táttinum í Útvarpinum kanst tú eisini lesa á heimasíðuni hjá Landsverki, sum er www.lv.fo.