Framyvir verður bert ein innkoyring til Streymnes – hendan á myndini.
FERÐSLUTRYGD: Arbeiðið við at gera vinstrasnaringarbreyt við busslumman í Streymnesi er liðugt. Í hesum sambandi verður ovara íbindingin til bygdina stongd
Streymnes hevur tvær íbindingar til sjálva bygdina, og Hvalvík hevur havt tvær til havnaøkið og neystini. Fyri at økja um ferðslutrygdina er norðara íbinding – til neystini – stongd, meðan tann syðra er varðveitt. Á sama hátt verður ovara íbinding til Streymnes stongd, tí útsýnið eftir landsvegnum norðureftir er vánaligari har.
Nú arbeiðið við at gera vinstrasnaringarbreyt er liðugt, er skeltingin tikin burtur, og bert smávegis arbeiði er eftir at gera fram við vegjaðaranum.
Endamálið við vinstrasnaringsbreytini er at økja um ferðslutrygdina í einum av ferðslutyngstu økjunum í landinum.
Í hesum sambandi er busslummin fluttur av landsvegnum inn á íbindingarvegin.
Í Hósvík er arbeiðið við at breiðka vegin við sjálva íbindingina eisini liðugt. Eftir er at merkja upp, og tað verður gjørt, so skjótt veðrið er til tað. Ferðslutrygdarátakið í Hósvík kann samanberast við tað, sum er gjørt við innkoyringina til Sandvíkarhjalla. Seinni er ætlanin at gera íbindingina í Hósvík eins og hana í Streymnesi.
Tey, sum vilja vita meir um hetta, kunnu venda sær til Heina Eysturoy, leiðara á vegadeildini hjá Landsverk, tlf. 540 881 ella til kunningardeildina á tlf. 540 804 og 540 805, sum kann vísa til rætta viðkomandi.